Felagið Tórshavn
Felagið Tórshavn er eitt felag fyri vanligar borgarar og fyri handlar í býnum, og endamálið er at skapa upplýsing um býin og virksemið í býnum. Í 2013 vóru 590 limir í Felagnum Tórshavn – 480 húski, 17 feløg og 93 fyritøkur, og er tað limagjaldið frá hesum og annar stuðul, ið fíggjar virkseminum hjá VisitTórshavn.