Várskeiðið fyri ung - á Føroya Fólkaháskúla

[This text is not available in English]
Leitar tú eftir tær sjálvum...? Tú ert á Føroya Fólkaháskúla. Tú veitst bara ikki av tí enn... ​ Ert tú forvitin eftir at royna okkurt nýtt og spennandi? ​ Vilt tú sleppa at brúka og menna tíni skapandi evni? ​ Ert tú arbeiðsleys/ur ella skúlatroytt/ur? ​ Vilt tú sleppa burtur heimanífrá? Men ikki heilt út í heim? ​ Ert tú liðug/ur við miðnámsskúla? Ella tímir tú ikki í miðnámsskúla? ​ Slapp tú ikki inn á dreyma-útbúgvingina? Ella veitst tú bara ikki enn hvat tú ætlar? ​ Vilt tú royna ein ØÐRVÍSI skúla, sum er sosialur, stuttligur, spennandi og mennandi? ​ ​ SO skalt tú tekna teg til Várskeiðið hjá Føroya Fólkaháskúla, sum verður frá 16. januar til 17. mai. - Á Føroya Fólkaháskúla er eingin lesiætlan, ongar royndir, einki trýst. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla skalt tú ikki prógva nakað fyri nøkrum øðrum, enn tær sjálvum. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla kanst tú finna frið, til at kaga inn í teg sjálva/n, út í heim og fram í tíðina. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla sleppur tú at hitta fólk tú ongantíð hevur hitt, royna okkurt tú ongantíð hevur roynt, og síggja støð tú ongantíð hevur sæð. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla býrt tú í heimligum og hugnaligum umhvørvi í fýra mánaðir, saman við ungum úr øllum Føroyum og úr útlondum. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at finna teg sjálvan, í møtinum við onnur. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at uppliva ein felagskap, sum kann geva tær vinir fyri lívið. ​ - Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at mennast, sum menniskja og sum samfelagsborgari. ​ LÆRUGREINIR verða m.a: Føroyskt, bókmentir, søga, samfelag Sjónleikur, tónleikur, hondarbeiði, leir, listamáling, tekning Træsmíð, dreying og tilevning úr lívrunnum tilfari. Framleiðsla av dokumentar - og stuttfilmi. Landbúnaður, matgerd, sangur, fimleikur, hagatúrar, havsvimjing, námsferðir og ein rúgva av felagstiltøkum :-) ​ REGLUGERÐ Tú skalt verða fylt/ur 17 ár, tá skeiðið byrjar. Møtiskylda er til undirvísing og felagstiltøk. Har skal verða friður á skúlanum frá kl. 24 - 07. ​ TEKNING Send navn, føðingardag, skúlagongd áður, og upplýsingar um serligar umstøður (t.d. ovurviðkvæmi, sjúku, heiligvág, e.a.), til haskulin@haskulin.fo. Síðani verður tú biðin um at koma til eina samrøðu, har tú eisini fært høvið at síggja skúlan og spyrja um skeiðið. ​ MEIRA KUNNING? Skriva til haskulin@haskulin.fo, ella ring 311743

Information

When:
16. January 2017
Time:
10:00
Where:
Føroya Fólkaháskúli
Address:
Háskúlavegur 14
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Tags

háskúli højskole

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x