BERIN HEVUR STUÐULSKONSERT Í REINSARÍNUM

[This text is not available in English]
Berin skipar fyri stuðulstiltakið, 23. apríl, kl. 16.00, sum er til frama fyri Felagið Pinkubarnadeyði og er lagt til rættis við tónleiki, yrkingum og frásagnum.Innkomni stuðulin fer óskerdur til at hjálpa foreldrum, ið hava mist pinkubørn. Møguleiki er at keypa kaffi/the ella køku og at stuðla við peningagávu.Tónleikarar, ið framføra verða, Martin Joensen, Døgg Nónsgjógv og Lea Kampmann.Oddvør Poulsen, dagligur leiðari, bjóðar vælkomin og kunnar um virksemið hjá Felagnum Pinkubarnadeyði, sum er vorðin partur av Beranum. Carla Josenius Mikkelsen, ið hevur mist barn, fer at siga frá og Jóngerð Poulsen, lesur nakrar av sínum yrkingum.Kom við og stuðla einum góðum endamáli – øll eru hjartaliga vælkomin! Atgongumerkið á 50 kr. (børn undir 12 ár, ókeypis)

Information

When:
23. April 2017
Time:
16:00
Where:
Reinsaríið
Address:
Tórsgøta 3
Zip code:
100
City:
Tórshavn
Price:
50,- w/VAT

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x