Randi Martin - Galerie Focus

[This text is not available in English]
Fríggjadagin 14. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Randi Martin upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

 
Framsýningin er opin til 27. apríl:
Týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18
Leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
 
Myndirnar eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com

Randi Martin er av Tvøroyri og hevur síðani 1959 búð í Danmark, undantikið 2 ár í Congo. Frá 1978 til 1982 gekk hon á Billedskolen í Keypmannahavn. Hon hevur sýnt fram síðan 1979 ymsa staðni í Føroyum og í Danmark, í Týsklandi og USA. 

Randi Martin arbeiðir mest við grafikki, síðani 1999 hevur hon arbeitt á Atelier Agerbo í Keypmannahavn.
 

Hennara grafisku verk hava altíð uppruna í eini persónligari uppliving, ofta næstan gloymdar støður, sum treingja seg uppá og mugu lýsast í eini mynd.

 
Upplivingin verður til eina mynd gjøgnum skitsu og grafiska prentplátu og transformerast frá tí privata til nakað vónandi alment. Endamálið er, at áskoðarin sær seg sjálvan í tí endaliga verkinum. 

Tað einstaka verkið verður til í einum samstarvi við eigaran av grafiska verkstaðnum, har hon arbeiðir. Tey tjakast um søguna og koma fram til søguna og kompositiónina í myndini.
 

Randi krevur nakað av sínum áskoðarum. Áskoðarin skal arbeiða við síni uppliving. Eins og Picasso’sa GUERNICA kann upplivast  beinleiðis, so kann tað geva eina eyka dimensión , at kenna bakgrundina, inspiratiónina.

 
Á framsýningini í Galerie Focus eru fleiri grafisk verk og málningar. 

Information

When:
14. April 2017
Where:
í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn
Address:
Lambagerð 1
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x