Lullaby in Tórshavn Cathedral

[This text is not available in English]
Mikudagin 16. august 2017 kl 10.30 skipar Havnar kirkja fyri vøggusangi. Tiltakið er ætlað pinkubørnum frá 0 - 10 mánaðir. Vøggusangur hevur longu fleiri ár á baki í kirkjum í Danmark og eisini í Føroyum eru fleiri kirkjur, sum hava havt vøggusang tey seinastu árini m.a Hoyvíkar kirkja og Vesturkirkjan.

Vøggusangur snýr seg um andliga stimbran fyri foreldur og nýføddu børnum teirra. Foreldrini syngja fyri børnum sínum, vagga teimum og dansa við teimum saman við einum sangara, sum leggur teimum lag á. Aftaná vøggusangin er drekkamunnur í Kirkjustovu við kaffi, smákøkum og skornari frukt.

Børnini verða stimbrað við ljóði og litum og sungnir verða klassiskir sálmar, góðanátt vísur og barnaløg. Eisini verða nøkur skjaldur og kvæði sungin, fyri at knýta føroyska mentanararvin upp í vøggusangin.

Bæði børn og foreldur hava stóra gleði av hesari friðarligu løtu í kirkjuni, har tey kunnu koma burtur frá gerandis skundi og larmi. Hesa løtu í kirkjuni er tað bara nærveran við tað lítla barnið, sum foreldrini skulu hugsavna seg um, og lært verður so við og við eitt repertorie av løgum, ramsum og rørslum, sum tey kunnu syngja fyri barninum heima við hús.

Vøggusangurin er í umleið 45 minuttir + drekkamunn, og tað er tónlistakvinnan Guðrið Hansdóttir, sum skipar vøggusangin. Foreldur, ið hava hug at luttaka, eru vælkomin at senda ein teldupost á

voggusangur@gmail.com

Viðmerk navn barnsins og føðingardag. Skeiðið er 8 ferðir og er ókeypis.

Information

When:
16. August 2017
Time:
10:30
Where:
Havnar Kirkja
Address:
Kirkjuvegur 3
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x