Heðin Kambsdal hevur framsýning

[This text is not available in English]
Fríggjadagin 11. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Heðin Kambsdal upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. 

Framsýningin er opin til 24. august: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu
 Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar? Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.

Information

When:
11. August 2017
Where:
Galerie Focus
Address:
Lambagerð 1
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x