Jólaborðhald í Maggies

[This text is not available in English]
So bjóðar Maggies aftur til hugnalig jólaborðhald leygarkvøld 18 og 25 november og 2 og 9 december.
Borðhaldið byrjar kl. 17.00. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20.
Matarlepin fyri kvøldið:
Forrættur: Toskur dampaður í sitrus. Borðreiddur við salati og urtadypp Hvítvín
Høvuðsrættur:  Svínakambur. Marineraður við pipari, bjarnarleyki (ramsløg) og soppasós
Reyðvín
Omaná: Sjokuláta mousse við róma. Cognac ella Baileys
Undirhald:
Terji Rasmussen undirheldur við nøkrum av sínum vælumtóktu sangum.
Hákun Hansen trívur í nakrar sangir, eins og hann eisini spælir undir til felagssangin.

Skemtiliga íkasti stendur Snæbjørn Hansen fyri.
Kostnaðurin er kr. 750,-
Íroknað prísin er eisini ein vælkomst snapsur.
Aðrar drykkivørur kunnu keypast í barrini 
Ferðaseðilin við Ternuni kostar kr. 40,- aftur og fram.
Tilmelding á maggies@maggies.fo ella á tlf. 327199/228130
max. 32 fólk. Gjaldast skal eina viku áðrenn!
Um spurningar eru, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Síggjast 

Information

When:
18. November 2017
Where:
Maggies
Zip code:
270
City:
Nólsoy
Price:
750,- w/VAT
Buy ticket »

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x