Savnsfagnaður í Norðurlandahúsinum

[This text is not available in English]
Mánadag – fríggjadag 9. – 13. oktober kl. 14.00 – 17.00 

Skúrurin hjá Emil
Kom í skúrin í skóginum sum trælistamaðurin Joel Cole hevur gjørt í skóginum í forhøllini í Norðurlandahúsinum. Evna ævintýrligar verur úr træi, eins og Emil í Lønnibergi gjørdi, hvørja ferð hann skikkaði sær illa.

Svenskur barnabiografur
Børnini kunnu gleða seg til eina røð av kendum svenskum barnafilmum. Pippi, Ronja, Álvur Ákason, Emil, Pettson og Findus, Mamma Mu og krákan og onnur. 

Lesistovan
Njóti eina friðaliga løtu í lesistovuni og lesi svenskar bøkur sum: Findus flytur út, Emil og Ida í Lønnibergi, Pippi, Børnini í Bakarastræti, Hvar er Pettson ? og nógvar aðrar bøkur. 

Teknistovan
Í teknistovuni kunnu tit tekna Idu uppi í flaggstongini, húsið hjá Pippi, kettuna Findus ella tykkara heilt egnu tekningar. 

Smakka
Í SMAKKA ber til at keypa heimabakaðar sjokulátabollar og barnadjús til tey smáu. Og heimabakaðar køkur, kaffi, heimagjørt djús o.a. til tey vaksnu.

Information

When:
9. October 2017
Where:
Norðurlandahúsið
Address:
Norðari Ringvegur
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x