Fróðskaparfelag Føroyar skipar fyri ráðstevnu um Gransking í Føroyum

[This text is not available in English]
Hvat hendir innan gransking í Føroyum og hvat kunnu vit gera frameftir?
Fyri at stuðla menningini av granskingarumhvørvinum, serlig í mun til samstarv og tvørfakliga gransking, bjóðar Fróðskaparfelag Føroyar til ráðstevna. Øll, sum arbeiða sum granskarar ella við gransking ella bert hevur áhuga í tí, eru væl komin. Endamálið er at geva ein pall at kunna hvønn annan um sína núverandi gransking, at greiða frá um sítt evni og læra um tað, sum onnur gera.

Hetta verður eitt høvi at menna ta síðuna av tí at vera granskari, sum snýr seg um at kunna um vísindi. Eitt endamál er at slóða fyri framtíðar samstarvi, har sum tað er gagnligt fyri granskingarúrtøkuna. Vit ynskja eisini at styrkja gransking sum starv og við tí stuðla uppundir, at gransking verður sæð sum eitt týðandi og virðismikið íkast til samfelagskervið og menningina av tí.

Skrá
kl   9:00 – 12:15 Framløgurkl 12:15 – 13 Ábitkl 13:00 – 14:30 Framløgurkl 15:00 – 16:00 Framløgurkl 16:00 – 17:00 Gagnnýtt gransking; nýggjari føroyskur matur og drekkivørur

Innbodnir fyrilestrahaldarar eru:

Lise Lotte Hansen, ph.d. lektari við Aarhus Universitet.
Hon sigur um sítt virksemi, at hon “arbejder især med epigenetik og cancer, hvor vi finder biomarkører baseret på epigenetiske ændringer. Desuden har vi fokus på hvordan miljøet kan påvirke vores epigenetiske mønster, både som fostre og i ungdommen og måske være årsag til alvorlig sygdom senere i livet.” http://biomed.au.dk/forskning/forskere-og-forskningslaboratorier/g-h/hansen-lise-lotte/

Reid Hole, dr., pro-rektor for forskning og utvikling við Nord Universitet.
Hann fer at tosa um “tverrfageleg forsking som ein viktig del av eit moderne samfunn. Det er eit tema som eg er oppteken av.” http://www.nord.no

Tilmelding: Fróðskaparfelag Føroyar - winny@setur.fo

Information

When:
16. November 2017
Time:
09:00
Where:
Norðurlandahúsið
Address:
Norðari Ringvegur
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x