Niels K. T. Jensen hevur framsýning

[This text is not available in English]
fríggjadagin 13. oktober kl. 16 - 18 letur ein framsýning við verkum hjá Niels K. T. Jensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. 
Framsýningin er opin til 25. oktober: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini opið eftir avtalu. 
Á framsýningini eru 17 verk. Verkini eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com
Niels K. T. Jensen, føddur 1965, býr í Tórshavn. Niels luttók fyrstu fer á Ólavsøkuframmsýningini í 1995.  Í 1996 sýndi hann fram í Smiðjuni í Lítluvík. Veturin 1996-97 var hann á klassiska tekniskúla á Ny Carlsberg Glyptotek. 
Niels hevur verið við á fleiri Ólavsøkuframmsýningum og á Várframmsýningini 1998. Hann hevði framsýning  í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2000 og var ein av Fem færinger hjá Birkerød Kunstforening í 2001. Hevði framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í 2013 og 2015 
Niels arbeiðir nógv við koli á krossviði og blandað tøkni á lørift, myndevnið er oftast fólk og andlitsmyndir. “Tað er áhugavert, at arbeiða við klæði, ið hevur fast mynstur ímóti teimum meira organisku formunum í tekning og mánlingi”, sigur Niels. 

Information

When:
13. October 2017
Time:
15:00
Where:
Galerie Focus
Address:
Lambagerði 1
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x