Føroyskur dansur við góðum, gomlum og væl kendum slagarum

[This text is not available in English]
  Nú dansa vit í Tøkum Lætt hvørt sunnukvøld í dansitíðini. Kvøldini eru býtt upp soleiðis, at annaðhvørt sunnukvøld dansa og kvøða vit sum vanligt, har vit læra okkum eitthvørt nýtt og kanska kvøða kvæði, sum í stóran mun hoyra til hin tyngra partin av kvæðaskattinum. 

Hini sunnukvøldini - tað vil so aftur siga annaðhvørt sunnukvøld - eru tey betri kendu kvæðini og vísurnar á skránni. Tá verða kvøðin kvæði, sum eru lættari at kvøða, tí tey eru betri kend millum fólk, og tað eru fleiri, sum duga tey uttanat.

Øll eru vælkomin til øll hesi dansikvøldini. Tað eru bara skráirnar fyri sjálv kvæðini, sum eru ymiskar, men sjálvur leisturin fyri kvøldini er hin sami. Dansurin byrjar klokkan 20.00, og uml. klokkan 21.30 er ein matarsteðgur, har øll kunnu fáa ein drekkamunn  og hugna sær við práti og onkrari kaku undir tonni. Eftir matarsteðgin verður so aftur dansað eina løtu.

Sunnukvøldið 5. novembur verður so dansur við lættari kvæðum og kendum slagarum. Tað er tí eitt gott høvi hjá dansihugaðum at leita sær inn um gátt í Skansastovu, har farið verður upp á gólv kl. 20.

Tøkum Lætt skipar eisini fyri barnadansi hvørt sunnukvøld. Dansurin fyri børn er eisini í Skansastovu. Hann byrjar kl. 19.00 og endar kl. 20.00, tá hin dansurin byrjar.

Information

When:
5. November 2017
Where:
Skansastova
Address:
Dj. í Geil gøta 13
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x