Uttan strongd

[This text is not available in English]
Magistarafelagið skipar fyri almennum tiltaki um at fyribyrgja strongd.

Hvussu ansa vit best eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum á arbeiðsplássinum?

Strongd er ein fólkasjúka, ið fleiri og fleiri av okkum verða rakt av. Ein fólkasjúka ið bæði hevur stórar menniskjaligar og fíggjarligar kostnaðir fyri okkum sum samfelag.

Endamálið við tiltakinum er at kortleggja og meta um tey hugskotini, ið veruliga kunna gera ein mun. Kvøldið endar við, at luttakarar og áhoyrarar atkvøða um, hvørji tiltøk eru bestu kandidatar til at fyribyrgja strongd framyvir.

Skrá:

19:30 – 20:10 – tvær framløgur frá serfrøðingum

Yun Ladegaard, sálarfrøðingur á Københavns Universitet. Yun granskar og undirvísir í strongd, viðgerð av strongd, og strongd á arbeiðsplássum. Harumframt granskar hon í, hvat fer fram á arbeiðsplássinum og í donsku arbeiðsskaða skipanini, tá ið eitt starvsfólk gerst sjúkt orsaka av arbeiðinum.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Ph.d. Umframt at hava eina Ph.d. í hvussu ógvusligir tilburðir ávirka okkum, so arbeiðir Tóra m.a. við viðgerð og ráðgeving, av fyritøkum og stovnum, í sambandi við hvussu starvsfólk, ið hava upplivað tilburð við strongd kunnu koma aftur til arbeiðis á bestan hátt. 

Steðgur 10 min.

20:20 – til 21:00 – rundborðskjak og atkvøða; hvussu fyribyrgja vit best strongd?

Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, er orðstýrari í kjaki. Gestir eru politikarar, leiðarar og avgerðartakarar, ið umboða og mynda arbeiðsmarknaðin. Høvuðsspurningarnir eru: Hvussu ansa vit best eftir hvørjum øðrum á arbeiðsplássunum? Og hvørji tiltøk kunnu gera størsta munin at fyribyrgja strongd?

Hugskot til tiltøk, sum koma fram gjøgnum kvøldið, verða skrivaði niður. Vit enda við eini atkvøðu um, hvørji tiltøk eru tey bestu og munadyggastu at fyribyrgja strongd.

(Tiltakið er ókeypis.)

Information

When:
17. November 2017
Time:
19:30
Where:
Reinsaríið
Address:
Tórsgøta
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x