Dagbókin hjá Leporello

[This text is not available in English]
Mozart á føroyskum
"Dagbókin hjá Leporello" er ein kamaropera-versjón av væl kendu og væl dámdu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Hetta er ein opera buffa, ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera, um opera.

Høvuðspersónurin, sum allur leikurin snýr seg um, er framvegis tann samvitskuleysi konufólkarevurin Don Giovanni (Don Juan). Men í okkara modernaðu nýtulking er søgan lýst úr sjónarhorninum hjá tænaranum, Leporello. Okkara uppseting eitur tískil “Dagbókin hjá Leporello”.

Leikstjóri: Annfinnur Heinesen
Kapellmeistari og rithøvundur: Fabian Dobler
Føroysk týðing: Kári Davidsen
Tónleikalig tillaging: Hans Pauli Tórgarð
Solistar: Herfinnur Árnafjall | Ernst Sondum Dalsgarð | Birita Adela Davidsen | Douglas Yates | Birita Poulsen | Paula Danielsen
Tónleikarar: Andreas Tykjær Restorff | Andrass Olsen | Agnar Lamhauge | Jón Festirstein | Anna Klett

Opera.fo er eitt nýtt føroyskt listaligt átak, ið hevur sum endamál at framleiða áhugaverdar opera- og konsertupplivingar á høgum støði, við føroyskum solistum, føroyskum kóri og føroyskum tónleikarum. 

Opera.fo - klassiskur tónleikasjónleikur

"Dagbókin hjá Leporello" verður framleidd í samstarvi við Tjóðpall Føroya

Stuðlað verkætlanini hava:

Leiklistaráðið
Vinnuframi
BETRI grunnurin
Mentunargrunnur Landsins
Konsertfelagið
Atlantic Airways

Information

When:
24. March 2018
Time:
19:30
Where:
Tjóðpallur Føroya
Address:
Tórsgøta 9
Zip code:
100
City:
Tórshavn
Price:
450,- w/VAT
Buy ticket »

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x