FIFA World Cup Trophy to the Faroe Islands!

[This text is not available in English]
  • HM-steypið, ið spælarar sum Diego Maradona hava tikið í móti, er nú á veg til Føroya við tiltikna Coca-Cola flúgvaranum. 
Við í flúgvaranum er eisini franski HM vinnarin frá 1998, Christian Karembeu.
Tiltikna Coca-Cola flogfarið, ið er prýtt bæði uttan og innan við Coca-Cola, lendir í Føroyum 24. mars.
Umborð er orginala FIFA World Cup steypið.
Eitt steyp, ið spælarar sum Diego Maradona, Lothar Matthäus, Fabio Cannavaro, Iker Casillas og Didier Deschamps hava tikið í móti frammanfyri øllum heiminum.
Nú hevur tú eisini møguleikan at síggja orginala HM-steypið saman við einum serligum heimsmeistara.
Tí Christian Karembeu er ikki hvør sum helst. Hann var við til at vinna HM í 1998 fyri Frakland, sum er einastu ferð, at stóra tjóðin hevur vunnið steypið. Hann er eisini tvífaldur Champions League vinnari við ongum minni enn Real Madrid.
Flogfarið lendir í Vágum leygardagin 24. mars klokkan 17.
Tá fáa innboðin møguleikan at sleppa umborð á flogfarið. Síðani gongur leiðin á Tórsvøll, har almenningurin fær møguleika at síggja HM-steypið.
Møguleiki verður eisini at taka myndir saman við steypinum í eitt avmarkað tíðarskeið.Coca Cola flogfarið fer víðari til Íslands sunnumorgunin 25. mars klokkan 8.
Sum umboð fyri Coca-Cola í Føroyum, er tað P/F Poul Hansen, sum er samskipari av tiltakinum í Føroyum.

Information

When:
24. March 2018
Time:
19:00
Where:
Tórsvøllur
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x