Bárður Jákupsson hevur framsýning

[This text is not available in English]
Fríggjadagin 11. mai kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárða Jákupssyni upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. 18 ára gamla sangtalentið Annika Malunardóttir kemur við gittara at spæla og syngja eina løtu til ferniseringina. Á framsýningini eru 17 málningar og 8 akvarellir í rammu. Málningarnir kunnu síggjast áwww.galeriefocus.com. Myndevnið er føroyska náttúran, málað við breiðum pensilsstrokum og palettin er ljós og litsterk. Málningarnir eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com, framsýning. Framsýningin er opin til 24. mai, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Vinaligar heilsanir Marianna Norðoy, tlf. 229876

Information

When:
11. May 2018
Time:
16:00
Where:
Galarie Focus
Address:
Lambagerð 1
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x