Stanislavskij-skeið

[This text is not available in English]
Stanislavskij-skeið 15. – 16. september 2018 í Royndarhúsinum í Nólsoy 

Set kross í kalendararn 15. – 16. september og tekna teg til Stanislavskij-skeið í Royndarhúsinum í Nólsoy.
Tveir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi. Ert tú áhugaleikari og ynskir fleiri amboð at arbeiða við, so er hetta eitt skeið fyri teg, líkamikið um tú ert royndur ella óroyndur. Á hesum skeiðnum lærir tú at menna tína upptraðkan við ymiskum improvisatións- og kropsvenjingum, ið fevna um eitt nú at eygleiða og liva teg inn í lívið rundanum teg og at víðka um hugflogið og tilvitanina. Undirvísari verður danski sjónleikarin Hanne Jørna. Hon hevur meir enn 20 ára royndir sum undirvísari, coach og framleiðari í improvisatións-skeiðum fyri bæði áhuga- og yrkisleikarum og sangarum. Hanne er útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole / Den Danske Scenekunstskole og hevur í fleiri ári verið knýtt at Statens Teaterskole og arbeiðir sum dramalærari á OperaAkademiet í Keypmannahavn.

Undirvísingin verður leygardag til sunnudag frá kl. 09.00 – 18.00 við matarsteðgi á middegi umframt okkurt leskandi/etandi í smáum støðgum fyrra- og seinnapart. Prísurin fyri alt skeiðið íroknað uppihald og mat er kr. 2.200. Avmarkað pláss.
Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo ella við at fara inn á tiltakið Stanislavskij-skeið á Facebook.
Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 185 132 4 í seinasta lagi 15. august 2018.

Information

When:
15. September 2018
Time:
09:00
Where:
Royndarhúsinum í Nólsoy
City:
Nólsoy
Price:
2.200,- w/VAT
Buy ticket »

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x