Súkklutúrur hvønn leygardag: Tórshavn-Húsavík t/r 60 km

Túrurin byrjar frá rentabike.fo, Havnargøta 11, kl 8:45. Súkklað verður gjøgnum býin, eftir Velbastaðvegnum fram við Norðasta Horn og Velbastað til Gomlurætt. Siglt verður kl. 9:45 til Skopunar. Harfrá súkkla vit fram við Sands bygd til Húsavíkar og aftur til Sands, har steðgur verður á Kafe Breiðateig (frokost, juice, kaffi). Vit súkkla til Skopun og sigla kl. 16:35 til Gomlurætt og súkkla aftur til Tórshavn. Prísur 1.225kr. íroknað leiga av eini nýggjari FELT VR6 kappsúkklu, pedalir (vanligar ella til súkkluskógvar), ljós, hjálm, súkklutelda, vatndunkar, energibar, frokost, ferðaseðil við SSL og ferðaleiðara. Miðalferðin er uml. 15-20 km/t á beinum strekki. Í brekkunum verður súkklað niðan og oman eftir førimuni við egnari ferð. Bólkurin møtist (uppsamling) tá øll eru ovast og niðast.

Kunning

Nær:
22. januar 2019
Klokkan:
08:45
Hvar:
Rent a Bike
Adressa:
Havnargøta 11
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn
Prísur:
1.225,- v/MVG
Keyp atgongumerki »

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x