Súkklutúrur hvønn týsdag: Tórshavn- Norðadalsskarð t/r 27 km

Túrurin byrjar frá rentabike.fo, Havnargøta 11, kl 14. Súkklað verður yvri við Strond og niðan á Oyggjarvegin. Steðgað verður við Hotel Føroyar. Bólkurin súkklar víðari eftir Oyggjarvegnum og nýtur útsýnið norðureftir. Norðadalsskarð liggur 225m yvir havið og har njóta vit friðin og tað góða útsýnið oman til Norðadal og vestur á Koltur (478m). Síðani verður súkklað eftir Oyggjarvegnum við útsýni suðureftir, aftur til Havnar.  Prísur 545kr. íroknað leiga av eini nýggjari FELT VR6 kappsúkklu, pedalir (vanligar ella til súkkluskógvar), ljós, hjálm, súkklutelda, vatndunkar, energibar og ferðaleiðara. Miðalferðin er uml. 15-20 km/t á beinum strekki. Í brekkunum verður súkklað niðan og oman eftir førimuni í egnari ferð. Bólkurin møtist (uppsamling) tá øll eru ovast og tá øll eru niðast.
 

Kunning

Nær:
22. januar 2019
Klokkan:
14:00
Hvar:
Rent a Bike
Adressa:
Havnargøta 11
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn
Prísur:
545,- v/MVG

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x