Mynstran og avmynstran

[This text is not available in English]
Besta mynstranin á nýggja arbeiðsplássinum er alneyðug, um nýggja starvsfólkið skal støðast væl.

Hósdagin 11. oktobur bjóðar bituff aftur til Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið, hesaferð um mynstran og avmynstran.

Fyritøkur brúka hópin av orku í setanartilgongdini – men, hvussu tá starvið er sett? Ofta verður góða byrjanin ella mynstringin ikki raðfest nóg ovaliga. Nógvar góðar orsøkir kunnu vera til tess, men tað loysir seg at kýta seg, so nýggja starvsfólkið fær eina góða mynstring..

Í grannalondum vísa hagtøl, at 25% av øllum starvsfólkum siga upp innan eitt ár. Kapping er um bestu starvsfólkini, og minni skal til, fyri at fólk søkja nýggjar leiðir. Tá mynstringin ikki er nóg góð, dalar motivatiónin og starvsfólkið er sera vónbrotið, tá tað sigur upp. Hvørja ferð kostar tað fyritøkuni ein hóp av orku og peningi, umframt at tað frættist, at fyritøkan ikki tekur hond um nýggj starvsfólk.

So, hvørji ráð eru til at taka? Hvussu gerst mynstringin umborð á fyritøkuna góð?

Fyrilestrahaldari er Bergtóra Høgnadóttir, sum er HR-leiðari og hevur arbeitt við góðu mynstringini ella onboarding, sum tað eisini verður nevnt, í sambandi við sína Master í positivari sálarfrøði.

Bergtóra hevur hópin av vitan, dømum og royndum um, hvat skal til, fyri at skapa bestu mynstringina og avmynstringina.

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evni, so ver vælkomin til Vinnurák, sum verður hildið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum í Tórshavn fríggjadagin 11. oktobur kl. 13-16.

Information

When:
11. October 2018
Time:
13:00
Where:
Norðurlandahúsið í Føroyum

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x