Edith Mørkøre listaframsýning í Kafe UMAMI um jólini

Í allan desembur er tað Edith Mørkøre sum prýðir veggirnar í Kafe UMAMI (Undir Bryggjubakka 19) við málningum, tekningum og grafikkmyndum.  

Edith er autodidakt listafólk. Hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list og hevur gjørnum tíðina luttikið á ymiskum skapandi skeiðum.

Edith arbeiðir fyri tað mesta við strukturi og formum í akryl á lørift men brúkar eisini aðra tøkni. Hon finnur íblástur úr náttúruni, fólkum, tónleiki og viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum. Ofta er tað hendingar, sum hon sjálv ella fólk rundan um hana, koma út fyri sum geva íblástur til hennara listarligu avrik.

Edith málar í egnum Atelier/Gallariið í Hoyvík og hevur síðan ár 2000 sýnt fram, baði sjálvstøðugt og saman við øðrum:

Smiðjuni í Lítluvík(Tórshavn),
Myndlist(Tórshavn),
Ribarhús(Fuglafjørður),,
Lions
(Runavík),
Lions(Tórshavn),
Býráðssalinum(Runavík),
Norðoyarstevnuframsýningin(Klaksvík),
Hotel Hafnia(Tórshavn),
Keldan(Skálabotnur),
Gallarí Jinx(Tórshavn),
SMS(Tórshavn),
Eik Bank(Tórshavn),
Gamli handilin á Heiðunum(Runavík),
Snarskivan(Tórshavn),
Gallari Oyggini(Tvøroyri),
KøbenhavnsKulturcenter(KBH),
Savni á Myru(Hov),
Lauritz(Kolding),
Luritz(Odense),
Gallarí Elisabeth(Runavík),
Løkshøll(Runavík),,
Østrøm
(Tórshavn)
Kaspar(Tórshavn)…
 

Opið er soleiðis sum Kafe UMAMI hevur opið, vanliga soleiðis:

*Broytingar koma har onkrir dagar longjast nærri vit koma jólunum.

Mánadagar   10.00 - 18.00
Týsdagar    10.00 - 18.00
Mikudagar    10.00 - 18.00
Hósdagar    10.00 - 18.00
Fríggjadagar      10.00 - 18.00
Leygardagar    10.00 - 18.00
Sunnudagar      Stongt  

www.EdithArt.com

Kunning

Nær:
29. novembur 2018
Klokkan:
10:00
Hvar:
Cafe Umami
Adressa:
Undir Bryggjubakka 19
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x