Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 2018

[This text is not available in English]
Hósdagin 8. november kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Ein fyri fagurbókmentir, ein fyri mentanaravrik og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 60 ár á baki

Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og tískil eru 60 ár liðin síðan mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vórðu latnar á fyrsta sinni. Frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.
Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert.
Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin

Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 8. november, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Til ber at lesa meira um mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á heimasíðu Býarbókasavnsins www.bbs.fo.

Information

When:
8. November 2018
Time:
17:00
Where:
Müllers Pakkhús
Address:
Sigmundargøta 21
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x