Landsbókasavnið 190 ár

[This text is not available in English]
Fríggjadagin verður 190 ára føðingardagur á Landsbókasavninum. Á skránni verður m.a. "Speakers Corner", har nakrir brúkarar fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir, og gestir fáa høvi til tað sama.

Skráin fyri dagin er hendan: 
Annika Smith, landsbókavørður, fer at bjóða vælkomin. 
Svend Højgaard, fyrilestur: Landsbókasavnið, vitin í vitanarsamfelagnum. 
Ole Wich, fyrilestur: "Lyngbye bar gullið av heiði" - eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum. 
Speakers Corner: Nakrir av okkara brúkarum fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir og gestir fáa høvi til tað sama. Framsýning um søgu Landsbókasavnsins. 
Kaffi og lagkøka. 
Hanus G. Johansen syngur og spælir 
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er alment.

Information

When:
9. November 2018
Time:
15:00
Where:
Landsbókasavnið
Address:
J.C. Svabos gøta 16
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x