Framsýning av plakatum

Hevur tú vitjað Føroya størstu framsýning av plakatum? Hendan er at finna í Føroya einasta plakathandli, har ið tú finnur tú flottar og serstakar føroyskar plakatir. Allar plakatirnar verða sniðgivnar, teknaðar og framleiddar av eigaranum, Miriam Hinz. Fleiri av plakatunum verða einans gjørdar í ávísum tali. Tær flestu plakatirnar eru at síggja innrammaðar í handlinum og eru klárar at hanga upp á veggin har heima. Plakatirnar kunnu tó eisini keypast uttan rammu, pent samanrullaðar í eitt papprør. Handilin er klárt eina vitjan verdur, og eigarin greiðir gjarna frá um tær ymsu plakatrøðirnar. Framsýningin er opin inntil 31. desember.

Kunning

Nær:
6. novembur 2018
Klokkan:
12:00
Hvar:
Einfalt list
Adressa:
Bøgøta 14
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Frámerki

Plakatir - Plakater - Posters

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x