Sturle Dagsland & Tjant

Dupultkonsert við makaleysa norska Sturle Dagsland, sum nógv munnu minnast frá Vetrarjazz 2016 og føroysku Tjant.

Sturle Dagsland

Við einum ævintýraleitandi anda og progressivt skiftandi instrumentering skapar Sturle Dagsland eina sermerkta, expressiva og dynamiska ljóðmynd, sum er dominerað av ótamdu, nýskapandi røddini hjá Sturle. Hann nemur við bæði nýmótans, siðbundin og frum-raddar úttrykk í einari ráari samanrenning av frenetiskum skríggjum, einglasangi, sálmum, joik og “strubesang”, sum tekur teg við á eina sálarferð inn í ein annan heim. Sermerkta røddin hjá Sturle, víða registarið og fleirmálsliga tekstuniversið hevur givið honum fleiri virðislønir í norðurlondum og konsertir á stórum festivalum um allan heimin.

Tjant

Millum ár og dag hevur Heðin (Ziska Davidsen) spælt í nógvum ymiskum verkætlanum, ið somuleiðis umboða nógvar ymiskar tónleikastílir. Samstundis hevur Heðin havt sína egnu verkætlan, Tjant, har hann hevur hjúkla um síni egnu løg. Hendan verkætlanin hevur eisini verið sína ferð ígjøgnum nógvar ymiskar tónleikastílir. Fyrsta útgávan “Tjant” kann lýsast sum nordiskur jazzur og næsta útgávan “A Beam Of Light” hevði ein sindur meiri fólka kendan dám yvur sær. Hóast allar útgávurnar hava umboðað ljoðskapan og rokk í ávísan mun, so tók seinasta útgávan “Røtur og Trø” rokkin til sín og maldi hann saman við elektronikki og enn meiri ljóðskapan.

Manningin á Vetrarjazz 2019 er:
Heðin Ziska Davidsen – guitar og elektronikk
Mikael Blak – Bass og synth
Brandur Jacobsen – trummur
Per Ingvaldur Højgaard Petersen – trummur og elektronik.

Kunning

Nær:
23. januar 2019
Klokkan:
19:30
Hvar:
Reinsaríið
Adressa:
Tórsgøta 3
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn
Prísur:
100,- v/MVG
Keyp atgongumerki »

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x