Geytin 2019

Føroyskt filmskvøld
Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 30.000 kr, sum Bank Nordik letur, og sum vinnarin fær handaða saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 25.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna. 

Kunning

Nær:
23. januar 2019
Klokkan:
19:30
Hvar:
Norðurlandahúsið
Adressa:
Norðari Ringvegur
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x