Fernisering: Silja Strøm

Fríggjadagin 25. januar kl. 16.00 letur framsýningin 'Listaleikir' við Silju Strøm upp á Listasavni Føroya.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin
Kinna Poulsen, ummælari, setur framsýningina
Teitur Lassen framførir

Listakvinnan verður til staðar og savnið bjóðar ábit.

Myndirnar hjá Silju Strøm hava leiksins gleði og lív yvir sær, og samstundis mynda pastelllitirnir heimin hjá einari ungari gentu. Mitt í øllum sakloysinum og máligleðini koma einastakir kenniligir figurar fram, og gátuførar frásagnir daga undan. Eisini er málaraarbeiðið um at fara yvir í tað ógvisliga, so leikurin er ikki bara spæl, men listaleikur.

31 ára gamla Silja Strøm er útbúgvin og býr í Bretlandi. Hon er ikki bara eitt tað gávuríkasta føroyska listafólkið í sínum ættarliði, men hon hevur eisini ein týðiligan feministiskan grundvøll, sum gevur eina serliga mentanarliga og intellektuella vídd í listini.

Listasavn Føroya gleðir seg til at bjóða til eina umfatandi framsýning við hesum spennandi unga listafólki!

Kunning

Nær:
25. januar 2019
Klokkan:
16:00
Hvar:
Listasavn Føroya
Adressa:
Gundadalsvegur 9
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn
Prísur:
65,- v/MVG

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x