Hundrað hús gera ein livandi bý

Samansett framsýning av verkum eftir leirlistakvinnuna Guðrið Poulsen og høvundin Gunnar Hoydal. Við orðum og leiri evna Gunnar og Guðrið síni hús, hansara til yrkingar, hennara til skulpturar. Húsini hjá teimum báðum, úr orðum og úr leiri, skapa saman nýggj rúm í huganum. Tilsamans mynda tey yrkingar og skulpturar. Í yrkingini Hús sigur Gunnar Hoydal, at Hús áttu at prátað meira saman, havt látur ímillum sín… Í yrkingini Húsini tosar hann um Eitt hús úr kenslum borið av huga Eitt hús úr litum við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka… Guðrið Poulsen sigur um síni hús 100 hús Hundrað hús gera ein livandi bý. Húsini liva og anda við tað livaða lívið, sum er í teimum. Ikki tvey eru eins. Og tú vallar gjøgnum lívið rúm úr rúmi. Hús úr húsi. Húsini gerast livandi, tí tú gevur teimum lív. Tí tú við tínum heita kroppi gevur lív til húsini. Hús eru smá tempul, tú gongur inn og út úr. Húsini eru medvitið, húsini eru tín spegil. Húsini eru minnisrúmini sum broytast við tíðini, vaksa úr jørðildinum og ganga aftur til grundar. Sum plantuvøkstur. 100 hús mynda til samans eina organismu, sum flytur seg í tíð og rúmi. Ein strukturur, har gloppini eru eins týdningarmikil og einstøku luteindirnar í strukturinum. Saman mynda hundrað hús ein bý. Framsýningin er á ovaru hædd á Landsbókasavninum til 12. mars 2019. Hjartaliga vælkomin!

Kunning

Nær:
21. januar 2019
Hvar:
Landsbókasavnið
Adressa:
J.C. Svabo søta 16
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Frámerki

Framsýning

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x