List sum kann etast

Listaverkstaður fyri pinkubørn
Listaverkstaður fyri pinkubørn (5-11 mánaðir) við finsku listakvinnuni Mariku Tomu Kaipaninen. Á hesum listaverkastaðnum fáa børnini máling, sum er gjørd burturúr grønmeti, frukt og øðrum rávørum. Tey skulu mála við matinum, og teirra vaksnu hjálpa teimum. Børnini koma at brúka allar fimm sansirnar: Tey skulu nerta við tilfarið, hyggja at tí, lukta, smakka og lurta.

Verkini, sum børnini hava gjørt,  verða sýnd fram í Dansistovuni, tá Barnafestivalurin letur upp tann 30. mars og verða í húsinum til og við 28. apríl.

GG: Blettir, ið eru torførir at fáa úr, kunnu koma í klæðini

Málingin er gjørd úr mais, rísi, eplum, frukt og grønmeti

Kunning

Nær:
28. mars 2019
Klokkan:
10:00
Hvar:
Norðurlandahúsið
Adressa:
Norðari Ringvegur
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn
Prísur:
40,- v/MVG
Keyp atgongumerki »

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x