Framsýning í Steinprent

Framsýningin hjá Peter Callesen, sum letur upp í Steinprenti næsta fríggjadag, 22.februar klokkan 16, er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, sum listamaðurin hevur skapað í Steinprenti, framsýnir hann eisini verk, har hann brúkar pappírið sum skulpturelt tilfar. Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud, ið taka støði mitt í føroyska sangskattinum í kenda sálminum hjá Fríðriki Petersen, Tíðin rennur sum streymur í á, sum við síni inniligu lýsing av hinum áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut og at vit liva tað ásannandi, at tað einaferð er liðugt. Verkið Time is running lýsir fossin, sum ítøkiliga brýtur seg út úr blýantstekningini og rennur niður í fagrastu mynstrum.
Náttúran og menniskjan í henni er nakað, sum Peter Callesen hevur stóran áhuga fyri. Tað er eitt evni, hann hevur fingist við í fleiri av sínum A4-standmyndum – m.a. í verkinum Eismeer, ið er ein beinleiðis tilsiping til málningin hjá Caspar David Friedrich við sama heiti av einum skipi, ið verður knúst av risastórum ísflakum. Í eini aðrari A4 standmynd, Boat II, sæst ein lítil árabátur á stóra havinum. Listamaðurin er ikki minst upptikin av vatni í náttúruni, ið um somu tíð er lívgevandi, bleytt, ógvusligt og oyðileggjandi.
Skipsmyndevnið gongur aftur í teimum trimum prentunum, sum Peter Callesen hevur framleitt til framsýningina í Steinprenti av einum smeltandi báti, einum søkkandi báti og einum skipsvraki. Í øllum verkunum á framsýningini er tað eftir øllum at døma náttúran, sum vinnur og deyðin, sum fær síðsta orðið. Men hetta hendir ikki uttan bardaga, poesi og humor. Har hómast ein ávís tyngd í teimum tematisku memento mori áminningunum i verkunum, ið samstundis tykjast merkt av sveimandi lættleika. Hetta kemst av tilfarsliga útgangsstøðinum og ikki minst av evnum listamansins til at umbroyta pappírið.
Myndlistamaðurin Peter Callesen er føddur í Herning i 1967. Hann hevur gingið á Det Jyske Kunstakademi og Goldsmiths College i London. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta arbeitt við hvíta pappírinum, ofta við útgangsstøði í einum vanligum A4 pappírsarki. Hann hevur framsýnt ymsastaðni og fæst í løtuni við at gera eina altarprýðing til Margretukirkjuna í Valby. Í 2009 fekk hann 3 ára starvsløn frá Statens Kunstfond og í 2010 fekk hann Eckersberg Medaljuna. Sinking Boats er fyrsta framsýning hjá Peter Callesen í Føroyum.
Upplating: 22.2-2019 kl.16-18. Øll eru vælkomin.

Kunning

Nær:
22. februar 2019
Klokkan:
16:00
Hvar:
Steinprent
Adressa:
Skálatrøð 16
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x