Frírokk við Marius Ziska

Sum nakað nýtt fer SMS at hava konsertir fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða, konsertirnar kallast Frírokk.  

Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða verður gjørligt at hoyra livandi tónleik á Torginum í SMS. Tað vera ymisk nøvn, sum fara at framføra góðan, livandi tónleik hvørja ferð, og eru konsertirnar ókeypis. 

Fyrsta Frírokk konsertin, verður tó fríggjadagin 15. mars kl.17.30, og tað er Marius Ziska, sum skjýtur Frírokk í gongd. Marius Ziska fer á pall saman við Allan Tausen og Magnus Johannesen, og teir fara at framføra løg, sum tey flestu kenna, so sum Nærveran, Silvurlín, Going home osfr.  FMA var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og vann Marius Ziska FMA-virðislønina fyri bestu útgávuna 2018. Tað var fyri útgávuna Portur. Tað er sostatt gjørligt at hoyra bestu tónarnar frá 2018 á Torginum í SMS fríggjadagin 15. mars kl.17.30.  

Kunning

Nær:
15. mars 2019
Klokkan:
17:30
Hvar:
SMS
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x