Leitanin eftir føroyska litinum

[This text is not available in English]
Føroyski kvinnubúnin hevur aftur veruliga vunnið hevd. Ikki bert sum siðbundið stás til kvinnuna, men sum ein livandi búni, ið flytur seg við tíðini og er støðugt aktuellur. Á Mentanarnáttini sýnir ein av fremstu sniðgevunum innan føroyska búnan fram í høllini hjá Öström.   

Poulina Jóanesardóttir hevur um nakar verið ímyndin av nútíðargerðini av føroyska tjóðbúnanum. Vevstovan hjá Poulinu hevur víst vegin, innan litaval, mynstur og handverk, tí hjá Poulinu er arbeiðið við føroyska tjóðbúnanum júst eitt bland millum innovatión, traditión og dygdarhandverk.     

Handverkið hjá Poulinu er einastandandi. Fá sjón fyri søgn, tá Poulina fyllir salin í Öström við fyriklæðum og turriklæðum í ymiskum litum. Høvi verður eisini at keypa ella bíleggja klæði frá Poulinu. Hennara vælumtóktu slips, butterflys, handskar o.a. verður sjálvandi eisini at fáa.   

Framsýningin letur upp Mentanarnáttina 7. juni.  

Information

When:
7. June 2019
Where:
Østrøm
Address:
Skálatrøð
Zip code:
100
City:
Tórshavn

Map

Register question


CAPTCHA
Register » Cancel x