Gongutúrur í Suðuroy

Leygardagin 18.mai verður farið til Suðriar at ganga úr Nesi í Hvalba, eftir bygdagøtuni upp Káragjógv og í Vatnsdal. Túrurin endar á Tvøroyri.  
Staðkendur ferðaleiðari verður við. Hetta er ein miðaltungur túrur.  
Farið verður av Havnini við Smyrli kl. 7:00. Siglt verður av Krambatanga aftur kl. 18.30.  
Minnist til heit klæði, góðar gonguskógvar, góðan matpakka og reiðan pening.
  Kostnaðurin verður 250 kr. fyri hvønn. Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 17. mai kl. 13 hjá Visit Tórshavn á tel: 30 24 25 ella á teldupost: torsinfo@torshavn.fo Upplýs vinarliga navn og telefonnummar við tilmelding.  
G.G. Túrurin er fyri limir í Felagnum Tórshavn.
Ynskja tygum at gerast limur, vinarliga seti tygum í samband við Visit Tórshavn.

Kunning

Nær:
18. mai 2019
Klokkan:
07:00
Hvar:
Farstøðin
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x