Sambinding og málskeið

Týskvøldið 25. september verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.

Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at geva innføddum og tilfluttum føroyingum høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt kunnu vit fáa eina betri integratión, sum vit øll ynskja. Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar. Hendan undirvísing er frá klokkan 19 til 19.30. Komandi týskvøld tosa umboð fyri Útlendingastovuna og Reyða Kross um eina familjulegu til frama fyri integratión, sum verður 5. til 7. oktober. Eisini kunnar Reyði Krossur um Klædnaskiljingina hjá Reyða Krossi, og um hvussu hetta sjálvbodna arbeiðið fer fram.  

Te, kaffi og okkurt afturvið er at fáa, og tiltakið er alment og ókeypis. 
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi møta nógv fólk til tiltakið.   

Skráin fyri heystið sær annars soleiðis út:

Týskvøldið 25. september
Týskvøldið 23. oktober
Týskvøldið 27. november
Týskvøldið 11. desember.
Tiltøkini verða lýst á Facebook, har heitið er Sambinding / Intertwining.   

Kunning

Nær:
25. septembur 2018
Klokkan:
19:30
Hvar:
Býarbókasavnið
Adressa:
Niels Finsensgøta
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x