Heimið: karmur um skapandi evni

'Heimið - karmur um handverk og skapandi evni' er ein serframsýning hjá Tjóðsavninum, sum lýsir útgrevsturin heimi á Oyruni í Fuglafirði í 1958, har komið var fram á eini langhús frá víkingatíðini.

Serframsýningin varð upprunaliga gjørd til Mentanardagarnar í Fuglafirði, men verður nú at síggja á Tjóðsavninum í Brekkutúni.

Eitt sindur um framsýningina:
Eftir at fornfrøðiligar leivdir vóru funnar ísbv. útgrevstur, setti Sverri Dahl, táverandi landsantikvarur, eina fornfrøðiliga rannsókn í verk, sum kom fram á ikki færri enn 8 húsaleivdir frá nýggjari tíð, niður gjøgnum miðøld og at enda komu tey fram á langhúsini, sum vóru dagfest til víkingatíð, uml. 900 - 950 e. Kr. Harumframt varð komið fram á fleiri áhugaverdar lutir frá hesi tíð, m.a. eldstaðin, búnýti og amboð, men eisini á meira persónligar lutir sum t.d. vakrar perlur og eitt kistilslok við ískornari keltiskari bandflættu. 

Umframt forkunnugu lutirnar, sum vóru funnir undir útgrevstrinum, ber til at síggja útgerðina, sum Sverri Dahl nýtti, myndir av dagbókini, tekningar av avísum lutum og myndir, sum eru tiknar á økinum hesa tíðina. Eisini hevur Tjóðsavni gjørt eitt stórt arbeiði við at seta framsýningina spennandi upp, við frágreiðingum, videobrotum og myndum.

Hetta er avgjørt ein framsýning, sum øll við áhuga fyri víkingatíðini í Føroyum ella fyri fornfrøðiligum útgrevstrum, eiga at vitja. Tað er stuttligt at so nógv kann fáast burturúr einum 60 ára gomlum útgrevstri, sum tey flestu antin ikki hava hoyrt um ella hava gloymt burtur aftur.

Økið, har víkingahúsini lógu, varð dekkað til aftur og stendur vart, men burturgoymt, á Oyruni. Ein partur av húsunum var horvin út í ánna, og ein partur er undir vegnum Út á land. Men ísbv. framsýningina er skapið av langhúsunum avmerkt í bønum, so til ber at síggja júst hvar tey vóru.

Kunning

Nær:
15. novembur 2018
Klokkan:
14:00
Hvar:
Tjósavnið
Adressa:
Brekkutún 6
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn
Prísur:
60,- v/MVG

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x