Jólabýurin í SMS

Mánadagin 12. november kl. 16.30 varð hugnaligi jólabýurin á Torginum í SMS tendraður. 

Jólabýurin, sum hevur glett bæði vaksin og børn seinastu mongu árini, er við tíðini vorðin ein partur av jólunum við tað, at er blivin siðvenja hjá nógvum familjum at vitja jólabýin - og kunnu nógv vera samd um, at tað eru ongi jól uttan jólabýin í SMS.
 
Jólabýurin hevur skift ham á hvørjum ári, og tað gjørdi hann sjálvandi aftur í ár. Tað er sostatt altíð ein serstakur spenningur at síggja jólabýin verða tendraðan, hvussu vættrarnir húsast og hvat teir finna uppá hesa ferð. 

Nú jólabýurin í SMS er tendraður, er bert eftir at siga, "Latið bara jólini koma".





Kunning

Nær:
15. novembur 2018
Hvar:
SMS
Adressa:
á Trapputrøðni
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x