Gongutúrur til Ytraskarð, Inn á Gøtu og Myllutjørn

Seinnapartin sunnudagin 13. januar 2019 ganga vit til Stórutjørn í Hoyvík, Ytraskarð, Inn á Gøtu, Myllutjørn. Farið verður frá Bursatanga kl. 14.00.
Lættur hagatúrur, ið tekur góðar 2 tímar. Lendið er vátligt/mýrut.
Minst til heit klæði og góðar gonguskógvar, góðan matpakka og reiðan pening.
Kostnaðurin verður 100 kr. fyri hvønn.
Tilmelding í seinasta lagi leygardagin 12. januar kl. 13 hjá Visit Tórshavn á tel: 30 24 25 ella á mail: torsinfo@torshavn.fo
Upplýs vinarliga navn og telefonnummar.  
G.G. Túrurin er fyri limir  
Skráin fyri túrarnar í 2019 kemur á heimasíðuna hjá Visit Tórshavn seinni í hesi vikuni.  

Kunning

Nær:
13. januar 2019
Klokkan:
14:00
Hvar:
Bursatangi
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x