Open mic/ Open stage á Reinsarínum. Serligur gestur: HÚS

Serligi gesturin hesaferð verður Hús. Hús er verkætlanin hjá Rólant Lenvig av Reyni. Tónleikurin hjá Hús er ein blanding av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónleikin hjá Hús sum soundtrackið til ein dreyma sekvens í einum Sophia Coppola filmi.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:

19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Hús
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
20:45 – 22:00: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.

Okkara stuðlar tiltakinum.

Kunning

Nær:
16. januar 2019
Klokkan:
19:30
Hvar:
Reinsaríið
Adressa:
Tórsgøta 3
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x