Nátturðabitin: Eitt kvøld í heimi Haruki Murakamis

Kom við inn í gandakenda heimin hjá Haruki Murakami.

Mette Holm, sum hevur umsett hansara bókaverk í yvir 20 ár, fortelur um skaldverkið, hansara seinasta verk í tveimum bindum, Mordet på kommandanten, og hvussu hon hevur umsett skaldsøgurnar.

Verkini hjá Murakami eru sum heild fylt við tónleiki, og gerandisdagurin verður lýstur nærum pedantiskt har tað undarliga, dreymakenda og absurda møtast. Tað er júst millum tað yvirrealistiska og surrealistiska, at skapanin av eyðkendu yrkingunum hjá Murakami verða til.

“Mordet på kommandanten”, sum er hansara seinasta skaldsøga, er um kreativitet, kærleika, einsemi og um japanskt dulspeki. Hugurin kveikist at lesa onnur verk s.s. Alice í ævintýralandi, Proust og Dostojevskij, ella at hoyra operu við Mozart og Strauss, eins og bæði yrkingin hjá T:S: Eliots “De hule mænd” og undanfarnu bókaverk hjá Murakami kunnu hjálpa at fata verkið.

Mette Holm er cand.mag í japanskum og mannfrøði, og hevur arbeitt við Japan í 35 ár, umsett fagurbókmentir í 25 ár og verkini hjá Haruki Murakami í 20 ár.

Sí Dreaming Murakami, sum er um arbeiðið hjá Mette Holm við at umseta Murakami á “Filmstriben”

Eisini verða nýggj útgáva hjá Sprotanum av bók hjá Murakami, sum Pauli Nielsen hevur umsett, løgd fram.

Kunning

Nær:
14. februar 2019
Klokkan:
17:00
Hvar:
Norðurlandahúsið
Adressa:
Norðari Ringvegur
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x