Amariel Norðoy - Søluframsýning í Galerie Focus

Fríggjadagin 1. februar kl. 16 til 18 letur ein søluframsýning upp við verkum eftir Amariel Norðoy í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.   Framsýningin er opin til 14. februar: týsdag, mikudag og hósdag kl. 15 til 18. Eisini er opið eftir avtalu.

Á framsýningini eru m.a. keramisk verk, málningar, akvarellir og litografiir, íalt 39 verk frá 19970’um og frameftir. Harafturat er eitt stórt úrval av litografium uttan rammu. Prísuppskot er við hvørt verk, men møguleiki er eisini at bjóða uppá keramisku verkini.
  Amariel Norðoy (f. 1945) var á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1977 til 1983, har hann, millum annað, fekk høvi at ganga á Mur og Rum har Robert Jacobsen var lærari, frá tí tíðini stava keramisku verkini, sum  eru  á hesari framsýningini.   Hesi somu árini bleiv Amariel Norðoy boðin at gera litografiir á UM-grafik í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini gjørt litografiir á øðrum grafiskum verkstøðum. Eitt stórt úrval av ikki innrammaðum litografium eru á hesari framsýningini.

Kunning

Nær:
1. februar 2019
Klokkan:
15:00
Hvar:
Galerie Focus
Adressa:
Lambagerði 1
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x