LEGO byggidagar í SMS

Kom til LEGO byggidagar í SMS í døgunum 12.-26. apríl. Nógv spennandi verður á skánni hesar dagarnar. Eitt nú byggistøðir við bæði vanligum LEGO og Duplo, so bæði tey stóru og smærru kunnu byggja alskins LEGO figurar - tað er bara hugflogið, sum setur mørk. 

Fleiri stórir og smáir LEGO figurar, sum vit kenna frá eitt nú Pixar, Star Wars o.ø., verða at finna bæði á Torginum og í handlunum í SMS. Eisini hava føroyskir og danskir LEGO entusiastar bygt sermerktar føroyskar bygningar. Ein forvitnislig framsýning verður av hesum bygninum á Torginum fram til 3. mai. 

Afturat forvitnisligu framsýningunum og byggistøðunum verða eisini kappingar á skránni. Tað verður eitt nú gjørligt at vinna eina ferð fyri tvey vaksin og tvey børn til Legoland við hoteluppihaldi. Eisini verða byggikappingar og skattaveiða á skránni.

Kunning

Nær:
12. apríl 2019
Klokkan:
10:00
Hvar:
SMS
Adressa:
Á Trapputrøðni
Postnr.:
100
Bygd/Býur:
Tórshavn

Kort

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x