Fakta um Føroyar
Hvar
Føroyar liggja í Atlantshavi millum Noreg, Skotland og Ísland. Oyggjarnar eru 1399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km.
Veðurlag
Føroyar hava tempererað oyggjaveðurlag, og veðrið er sera skiftandi. Ta einu løtuna skínur sólin av klárum himni, og næstu løtuna dregur hann á luftina, og tað fer at regna.
Sjógvurin frystir ongantíð. Miðalhitin er um 3°C um veturin og 11°C um summarið. Hitin er høgur í mun til norðurleikan. Tað kann tó gerast óvanliga heitt í støðum, sum liggja í lívd.
Luftin er rein og frísk alt árið.
Fólkatal
Í Føroyum búgva umleið 52.428 fólk í apríl 2020.
Kelda: Hagstova Føroya, www.hagstova.fo
Stjórnarskipan
Føroyar hava síðan 1814 verið ein partur av danska ríkinum, men síðan 1948 havt egið heimastýri.
Oyggjarnar hava egið Løgting og egið flagg. Tó eru Føroyar ikki limur í ES.
Mál
Móðurmálið er føroyskt, sprottið úr forna norrøna málinum.
Í barnaskúlanum er undirvísing í málunum føroyskum, donskum og enskum kravd. Føroyingar flestir skilja hini norðurlendsku málini, bæði skrivliga og munnliga.
Flestu føroyingar tala og skilja enskt.
Trúgv
Trúgv hevur stóran týdning fyri føroyingar og er týðandi partur av lívinum hjá teimum flestu.
Um 80 % av fólkinum er limur í Fólkakirkjuni. 10 % til Brøðrasamkomuna. Hini 10% hoyra til aðrar smærri trúarbólkar.
Vinna
Fiskiskapur, her undir alivinna, er høvuðsvinnan í Føroyum. Fiskur og fiskaúrdráttir er størsta útflutningsvøra føroyinga.
Ferðavinna er vaksandi vinna og telist millum størru útflutningsvinnurnar. Aðrar útflutningsvørur eru m.a. tónleikur, tøkni og ullvørur.