Other sites - Faroese

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Gongufelagið

Um Gongufelagið og Felagið Tórshavn

Gongufelagið í Havn, hvat er tað?

Gongufelagið er í veruleikanum ikki eitt sjálvstøðugt felag, men ein flokkur av gonguáhugaðum fólki, sum sjálvboðin skipa fyri gongutúrum, bæði í Havn og um alt landið. Til at hjálpa sær við kunning um nær túrarnir vera, at bíleggja buss og gera tekningarlista, hava vit avgreiðsluna hjá Visit Tórshavn.

 

Hvør kann koma uppí?

Fyri at kunna tekna seg til túrarnar, mást tú gerast limur í Felagnum Tórshavn. Tá ið tú hevur limað teg inn, fært tú kunning um komandi túrar við telduposti áðrenn hvønn túr. Ársgjaldið er kr. 200,-, og er tá galdandi fyri alt títt húskið.

 

Hvat er Felagið Tórshavn?

Felagið Tórshavn er eitt felag fyri vanligar borgarar og fyritøkur í býnum, og endamálið er at skapa upplýsing um býin og virksemið í býnum. Limagjaldið er óbeinleiðis við til at fíggja kunningardiskin hjá VisitTórshavn. Gongutúrarnir úti um landið byrjaðu sum eitt ynski frá limunum. Byrjað var við hesum í 1993. Síðan tá hava hvørt ár verið uml. 40 tiltøk.

 

Hví er neyðugt við tilmelding, og hvat kosta túrarnir?

Felagið tekur sær ongan kostnað, tí hetta er eitt ókeypis tilboð til limirnar, men til túrar uttan fyri Havnina, er neyðugt við bussi og/ella ferju. Kostnaðurin, sum lýst verður við, er bert fyri at svara fyri ta útreiðsluna. Tilmeldingin hevur samband við, at bert limir kunnu tekna seg, og hvussu nógv pláss, bussurin má hava. Gev gætur, at av tí at hetta er eitt felag, ið ger útferðir, og túrarnir sostatt ikki eru ein søluvøra, er øll luttøka fyri luttakarans egnu ábyrgd.

 

Snýr alt seg um hagatúrar?

Nei, túrar við søguligum innihaldi verða eisini gjørdir inni í Havnini. Eisini vitja vit virkir, stovnar, kirkjur o.a.t. har vit fáa rundvísing við frágreiðing um teirra virksemi.

 

Eru túrarnir hvønn sunnudag?

Nógvir gongutúrar eru sunnudag, men túrar verða eisini gjørdir leygardagar, og um summarið eru kvøldartúrar mitt í viku. Yvirlit yvir túrarnar í ár síggjast her (gera leinkju). Dagfestingarnar verða ásettar fyri ein mánaða í senn.

 

Hvussu verða túrarnir valdir?

Limirnir hittast hvørt ár í november til ein kaffifund, har vit meta um farna árið, og taka ímóti uppskot frá limunum. Skráin verður síðani í stóran mun løgd eftir hesum. Vanliga lata vit trý ár ganga, áðrenn vit aftur fara sama túr. Roynt verður at blanda torleikastig og longd á túrunum, soleiðis at okkurt er fyri øll.

 

Hvussu fæst at vita, at ein túrur er avlýstur?

At kalla eingir túrar vera avlýstir. Viðrar ikki, har vit ætlaðu okkum, ganga vit onkran annan túr.

 

Tá farið verður í hagan, eiga øll at minnast til:

  • at vera í góðum gonguskóm
  • at hava matpakka við og okkurt at drekka
  • at hava regnklæðir, troyggju, húgvu og vøttir í taskuni
  • at hundar verða ikki loyvdir, heldur ikki í bandi

 

Vit royna altíð at hava góðan atburð í haganum, ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi og ongantíð at lata rusk liggja eftir okkum, men heldur taka upp órudd, sum vit koma fram á.

 

Gongufelagið fer ongan túr, uttan fyrst at spyrja eigaran um loyvi at ganga ígjøgnum hansara haga, og vit eru takksom fyri ta vælvild, sum síðan byrjanina í 1993 hevur verið víst okkum í hesum sambandi.

 

*****

 

Januar:

  • 13. januar: Stóratjørn, Ytraskarð, Inn á Gøtu, Myllutjørn – Hoyvík
  • 27. januar: Tjørnin á Reiðskarði, Tjørnin á Murufelli, Tjørnin á Konufelli, Havnadalur

 Februar:

  • 10. februar: Runt Stiðjafjall gj. Fólkaskarð – Suðurstreymoy
  • 23. februar (Leygardagur): Velbastaðgøtan og vøtnini í Reynsmúlalág

Mars:

  • 10. mars: Hálvdanshús, Kirkjubønes, Krosstíggjur
  • 17. mars: Sátan og Fransaholan á Sátuni omanf. Leynar
  • 24. mars: Runt Leynavatn og eitt rend niðan til Stórugjógv

Apríl:

  • 7.apríl: Í Sandoynna: Skálhøvdi og Heiðafjall
  • 14.apríl: Miðalfelli, Kvígandalsskarð og oman móti Funningsf.
  • 18.apríl: Barnatúrur: Tjúkkurð í Kaldbak
  • 22.apríl: Vørlufjall, Kollafirði

Mai:

  • 5. mai: Upp á Blábjørg frá Oyndfjarðarvegnum
  • 12. mai: Niðan á Lokka á Borðoynni
  • 18. mai: Til Suðriar: Káragjógv, Vatnsdalur, Mannaskarð
  • 26. mai: Heiðavatn, Nálagjógv, Øksnadalur, Árnadalsfjall -Vestmanna

Juni:

  • 7.juni: Mentanarnáttin – oman eftir Varðagøtu í Miðbýin
  • 10.juni: Vatnið/Mølin á Eiði, Eystur undir Krúp ell. Norður við Á
  • 16.juni: Skorastova og Pætursfjall í Dølum – Vestmanna
  • 22.juni: Náttartúrur: sólarris frá Borðoyarnesi
  • 30.juni: Blámansfjall og Svartbakstindur – Eysturoy

Juli:

  • 7.juli: Høvdin í Saksun
  • 10.juli: Niðan við Tíggjará, inn í botnin, oman við Høgadalsá (kvøldartúrur)
  • 14.juli: Skúvoy – sunnara síða á oynni
  • 21.juli: Lokkadyr, Knúkur, Nøvin
  • 31.juli: Hysisá og bygdagøtan Miðvág-Vatnsoyrar (kvøldartúrur)

August:

  • 4.august: Múlarnir mill. Hvalvík og Vestmanna
  • 11.august: Í Sandoynna: gjøgnum Dysjarnar og suður til Skálavíkar
  • 18.august: Tjørnunes, Lordenssnið, Eggjaklettur, Nólsoy
  • 24.august: Úr Fámjin til vøtnini í Tindalíð, Ergidalur, Hov
  • 31.august: Kvøldartúr á Eiðiskoll

September:

  • 8. september: Skeiðsskarð, Núgvan, Grønabrekka – Suðurstreymoy
  • 11. september: Brynjumannaborð, Hundsarabotnur, Nykatjørn – Streymoy
  • 15. september: Tjørnin á Vestur, Tjørnin á Røkur, Vørmadalur – Vestmanna
  • 22. september :Strandafjall, Eysturoy
  • 29. september: Loysingafjall, Vestmanna

Oktober:

  • 13. oktober: Oyggjarvegur, Skælings bygd og eftir vegnum til Leynar
  • 20. oktober: Niðan á Trælavøtn og suður til Gøtugjógv
  • 27.oktober: Niðan við Tíggjará og til Kaldbaks

November:

  • 10. november: Bøllufjall og Gívrufjall omanf. Hósvík
  • 16. november: Rundvísing á Skálatrøð: ognirnar hjá Lützen fam.
  • 20. november: Eftirmeting í Sjóvinnuhúsinum

Desember:

  • Vitjan í Sandavágs kirkju