Other sites - Faroese

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Tann deiliga Havn

Hevur tú nakrantíð givið tær far um detaljurnar, sum skapa høvuðsstað okkara? Litríku húsini, bygningarnar, linjurnar og arkitekturin?

Hygg Tinganes, Reyn og Vágsbotn, við søguríkum bygningum og smáum, flagtaktum húsum. Fabrikkin, Skeiva pakkhús og Müllers pakkhús við Lágu kai, og ikki at gloyma Býráðshúsið, Løgtingið, Gamla bókhandil og Amtmansborgina. Tey geva Havnini lív og kultur.

Men høvuðsstaðurin yður eisini av spildurnýggjum býarpørtum, við øðrvísi og spennandi hugskotum. Býbussar koyra ókeypis allastaðni, so far uppí! Koyr fram við urtagørðum, fríøkjum, viðalundum at síggja tað nýggja.

Ella njót hugnaligu kvøldini við matstovum, barrum, konsertum, dansi, sjónleiki og biografi. Fyri ikki at gloyma mentanarnáttina, bátastevnuna, heystfagnaðin, ólavsøkuna og ovastevnuna. Her er so mangt.

Hylur mjørkin vakurleikan, er skjótt út til Nólsoyar og norður til perlurnar: Tjørnuvík, Saksun, Vestmanna, Kvívík og Leynar við landsins bestu strond.

Brellast tú eftir einum góðum bita og reiddari song, eru hotellini fleiri og góð, ella tú býrt í summarhúsi, vallaraheimi ella í eini hugnaligari íbúð, um tú vilt.

Tú keðir teg ongantíð á Streymoynni.