Gongutúrar 2022
Frávik frá ætlanini kunnu koma fyri, ikki minst orsaka av corona-støðuni, ið framvegis er óstøðug.
Komandi túrar verða altíð fráboðaðir limunum í telduposti 2 – 3 dagar frammanundan.
Januar:
- Millum Gilja (Hoyvík), Ketturð, Kleynsvarði
- Úr Havnardali á Dalsskarð, oman til hamaran og niðanaftur til Sundsháls
Februar:
- Krossstíggjur í Kirkjubø, Tjarnir Millum Ryggja, enda á Argjum
- Bygdagøtan Selatrað-Skála
Mars:
- Gásafelli í Rituvík, Glyvrafjall og Hæddin, Lamba
- Úr Miðvági móti Bøsdalafossi, Trælanípan
- Sjóvar kirkja/kirkjuhús og ein túr út á Raktanga
Apríl:
- Til Suðriar: Beinisvørð, Spinarnar, Spáafelli, Víkarbyrgi
- Sigatindur í Leirvík
- Hamarin omanf. garðin á Fløtum, Norðradali, og botnarnir omanf. Stígar
- Strandafjall, Skráhellan og Kambur
Mai:
- Í Sandoynna: Bygdagøturnar Dalur-Húsavík-Skálavík
- Velbastaðgøtan og Tríkantatjørnin á Reynsenda
- Kaldbakskambur, tjørnin á Breiðanesi, Signabø
- Til Fugloyar: túr við lokalum ferðaleiðara og ábit frá bóndanum
- Barnatúrur: Fjarðará og Takmýra omanf. Hórisgøtu
Juni:
- Mentanarnáttin: oman Djúpagil til Svartafoss og Plantasjuna
- Middagsfjall í Kunoy
- Sólsetur av Eiðiskolli
- Múlatindur í Eysturoynni
- Vatnsdalsvatn/Hjartavatnið í Vágum
Juli:
- Postalakirkja, Vestmanna
- Kvøldartúrur: Elduvíksnes og Judasarheyggur
- Gívrufelli og Vatnsliðargjógv, Vík
- Skeiðsskarð, Gjáarbotnur og ein breyðbita hjá bóndanum á Skælingi
- Lambaregn (Lamba) og evt. út á Mjóvanes
August:
- Til Suðriar: Nakkur (Froðba), Kambur, Bustin
- Út í Hest: vøtnini og Múlin
- Kambsdalur, Kambur og Heimaridalur
- Kvøldartúr fram við Mjáuvøtnum til Leynavatn
- Søldfjarðarskarð, Løgdalsá, Syðrugøta
September:
- Kalsoy: Syðradalur og Blankskáli við frásøgufólki
- Skálabotnur, Lómstjørn og norðureftir frá Skjøtinum
- Í Sandoynna: fram við eggini ml. Skopun og Søltuvík
- Norðasta Horn, Viðarlundin í Havnardali, nýkomnar brýr o.a.
Oktober:
- Selatrað, Borgarfelli, Skála
- Av Sundshálsi til “Bogastovu” og frágreiðing um skótadepilin
- Fjallið millum Botnar (Streymoy)
November:
- Langasand, Rossafelli, Streymnes
- Hvitanes, Driftsnes, Hoyvík
- Eftirmeting á Musikkskúlanum
Desember:
- Gomlu kirkjurnar í Gøtu og á Nesi, vitjan í Gamla Prestagarðinum
Okkara limir skulu melda seg til túrarnar hjá Visit Tórshavn á tlf.302425 ella við at senda ein teldupost á torsinfo@torshavn.fo