Other sites - Faroese

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Jólatræið verður tendrað

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 27. november kl. 15.30. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni.

Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 4. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frálíður fara vit eisini at hoyra meira um tiltakið.

Leygardagin 11. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar, sum børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri hava prýtt. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 19. desember.

Afturat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.

Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott. Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.

Skráin yvir øll tiltøkini í desember verður kunngjørd seinni.

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.