Komið og spælið tennis
Tað er í høvuðsheitum bert limir í Havnar Tennisfelag, ið kunnu nýta vallirnar. Limagjaldið fyri 2020 sæst niðast á síðuni.
Báðir spælaranir ella allir 4, um man spælir tvímansleik, mugu vera limir.
Tó er eisini møguligt at leiga ein vøll í ein tíma við at rinda eitt eingangsgjald á kr. 100.
Limaskapur kann teknast á Kunningarstovuni/Visit Tórshavn.
Tá limaskapur er teknaður, stovnar Kunningarstovan tær ein brúkara til vallarbíleggingarskipanina, so tú kanst bíleggja vøll eitt ávíst tíðspunkt á degnum. Eisini fært tú ein lykil fyri at sleppa inn á tennisøkið.
Limagjald fyri 2020:
- Børn (til og við 16 ár), lesandi, lærlingar og pensionistar kr. 300
- Vaksin kr. 500
- Leiga ein vøll í ein tíma kr. 100