Sólarmyrkingin 20. mars 2015

Útgivið tann 3. mars 2015
Havnin hevur veruliga brynjað seg út til at taka ímóti gestum til sólarmyrkingina. Handlar, matstovur, kaffihús, søvn, kirkjur o.s.fr. hava øll longur opið í sambandi við tey mongu ferðafólkini, sum koma. Nógv spennandi tiltøk eru á skránni fyri at vísa okkara nattúru og mentan fram, t.d.  tiltøk uppi í gomlu Hoyvíkini, á Húsareyni, siglitúrar, útferðir, gongutúrar, Føroyakvøld, konsertir o.s.fr. – alt fyri at gera hetta til eina serliga uppliving fyri bæði føroyingar og útlendingar.
 
Stórt mentanartiltak við felagssangi og føroyskum dansi verður á Vaglinum í Havn fríggjakvøldið 20. mars kl. 23. – liggur sum tiltak á  https://www.facebook.com/events/378061799043535
 
Vit savnast á Vaglinum til eina hugnaløtu saman. Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, stendur fyri felagssanginum, ið byrjar klokkan 23. Eftir hetta skipar dansifelagið Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi – so tað verður næstan sum á ólavsøku.

Sí skránna her.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x