Oyggjadagur 2016

Útgivið tann 1. apríl 2016
Leygardagin 28. mai 2016 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi.

Umframt at vitja 3 oyggjar ein og sama dag (túrar 1,2 og 3) har gongutúrar eru í Hesti, ber eisini til at fara beinleiðis túr til Nólsoyar (túrur 4) og Koltur (túrur 5).

Túrur 1, 2 og 3
Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00. Og síðani heldur tú teg neyvt til skránna fyri túrin.

Prísurin fyri túrin er kr. 250,- fyri vaksin og kr. 150,- fyri børn undir 14 ár.

Túrur 4
Velur tú túr 4, verður farið úr Tórshavn við Ternuni kl. 12.30, og farið verður úr Nólsoy aftur kl. 19.25 við Ternuni.
Prísurin fyri túrin er kr. 100,-

Túrur 5
Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00.
Prísurin fyri túrin er kr. 200,-

Bygdarfólkið skipar fyri hesum tiltøkum:

Hestur: 3 ymiskir gongutúrar umframt okkurt gott til matna.

Koltur: Søgulig frágreiðing um gomlu býlingarnar og gongutúrur niðan á
Oyggj.

Nólsoy: Gongutúrur suður í Dalar umframt bygdahugni við livandi tónleiki, uttandura grill og nólsoyarmentanini.

Tórshavnar kommuna skipar fyri degnum saman við staðbundnu nevndunum í kommununi.




Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x