Jólatræið tendrar 1. desember

Útgivið tann 13. novembur 2018
Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 1. desember kl. 15.30. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni.   
Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.   

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 8. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frálíður fara vit eisini at hoyra meira um tiltakið.  

Leygardagin 15. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.   

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður leygardagin 22. desember.   

Afturat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.   

Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott.   

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x