Leiðvísari: Títt vikuskifti í Havn

Útgivið tann 2. novembur 2018
Tónleikur, framsýningar og góður matur eru bert ein brotpartur av tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða hetta vikuskiftið. Sjónleikur er bæði í Sjónleikarahúsinum og á Tjóðpalli Føroya, og Havnar Bio hevur eina rúgvu av nýggjum tilfari til komandi vikuna. Fylg við niðanfyri og fá íblástur til títt vikuskifti í Havn. 

FØÐINGARDAGSVEITSLA Í SMS

Bjóðað verður til 41 ára føðingardagsveitslu hjá SMS hesa vikuna. Nógvur tónleikur og barnatiltøk eru á skránni, og fríggjadagin 2. november kl. 16 verður heiðurskonsert fyri Kim Larsen, sála. Hoyrið eitt nú Finnur Koba, Leu Kampmann, Eyðun Nolsøe og Deiggj.  

Hvat: Tónleikur o.a.
Hvar: SMS
Nær: 2. og 3. november – sí skránna á www.sms.fo
 

VIKUSKIFTI HEIMA Í HAVN 

Hví ikki byrja kvøldið við einum góðum bita heima í Havn, áðrenn farið verður víðari til eitt av mongu tiltøkunum í býnum. Njótið eina matskrá við trimum rættum í hugnaliga umhvørvinum í Áarstovu.
Um tú ikki longu hevur hoyrt tað, so verður Bacalao við bankatoski á Barbaru fríggjakvøldið 9. november.

Hvat: Matur
Hvar: Áarstova
Nær: Hvørt kvøld í vikuni frá kl. 18 til kl. 22 - bílegg borð á www.aarstova.fo
 

HAVNAR BIO: BOHEMIAN RHAPSODY

Óansæð um tú elskar tónleikin hjá Queen ella ikki, so kann filmurin um kenda tónleikabólkin avgjørt viðmælast. Farið tískil ein túr oman í Havnar Bio, og njótið bæði søguna og tónleikin í Bohemian Rhapsody.

Hvat: Filmur
Hvar: Havnar Bio
Nær: Fríggja- og leygarkvøldið kl. 20 og aðrar dagar kl. 19.45 – keyp atgongumerki á www.bio.fo
 

FRAMSÝNINGIN “DO YOU?” 

Í løtuni hongur forvitnislig framsýning uppi í Steinprent. Framsýningin ber heitið “Do you?”, og tey sum sýna fram eru: Tróndur Patursson, Tóroddur Poulsen, Svend-Allan Sørensen, Erik Heide, Marius Olsen, Fríða Matras Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Anna Seppälä, Poul Janus Ipsen og Peter Carlsen.

Hvat: Framsýning 
Hvar: Steinprent
Nær: framsýningin hongur uppi til 1. desember opið er frá kl. 9 til 17, tó leygardag frá kl. 11 til 17

EITT JÓLAÆVINTÝR EFTIR CHARLES DICKENS

Flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan er bæði spennandi og óhugnalig, men samstundis hjartanemandi og gevur okkum okkurt at hugsa um – eisini í dag. 

Leikurin er ætlaður djørvum vaksnum og størri børnum umleið 12 ár og eldri.

Hvat: Sjónleikur
Hvar: Tjóðpallur Føroya
Nær: 3., 4., 6., 7. og 8. november – keyp atgongumerki á www.tjodpallur.fo
 

BLÁTT GRAS ÚTGÁVUKONSERT 

Bólkurin Blátt Gras er til reiðar við nýggjari tónleikaútgávu, eftir at teir hava verið í USA í Crossroads studio, North Carolina og tikið upp. Eyðkendi stílurin hjá bólkinum gongur aftur í hesi útgávuni. Komið við tá bólkurin hevur útgávukonsert í Reinsarínum leygarkvøldið kl. 20.

Hvat: Tónleikur
Hvar: Reinsaríið
Nær: 3. november kl. 20 - keyp atgongumerki á www.torsgota.fo og hjá Visit Tórshavn

JASMIN & MARK THE MESSENGER 

Ungi bólkurin Mark the Messenger varð stovnaður fyrr í ár og skilir seg longu frá øðrum føroyskum bólkum. Jasmin røkkur, við einskila vøkru rødd síni og serstaka stíli, langt út um føroysku landoddarnar, og 
leygarkvøldið verður høvi at hoyra tey í Perluni.

Hvat: Tónleikur
Hvar: Perlan
Nær: 3. november kl. 21 – keyp atgongumerki á www.torsgota.fo og hjá Visit Tórshavn

VIDEO VIDEO FYRI BØRN 

Norðurlandahúsið sýnir teknifilmar til minstu børnini, har tey fáa sín heilt egna biograf í Norðurstovu. Stuttfilmarnir, sum verða sýndir eru: Verdens mellomste fisk, Moulton og meg, Den danske dikteren, Maratondagboken og Tindra set fyr.
 

Øll børn eru vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir.  

Filmarnir eru á norskum.  

Hvat: Filmur
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: 3. og 4. november frá kl. 10 til 17 – tiltakið er ókeypis 

Far eisini ein túr til handils í hugnaligu Havnini. Mánadag til og við fríggjadag hava flest allir handlar opið til kl. 17.30, og leygardag til kl. 16, tó hevur SMS opið til kl. 18. Sí yvirlit yvir handlar her.

Hetta er bert ein brellbiti av tí sum hendir í Havnini hetta vikuskiftið, sí enn fleiri tiltøk her. Eisini ber til at síggja gistingarmøguleikar her.

PREI: Tað er altíð eitt gott hugskot at bíleggja sær borð í góðari tíð, um áhugi er fyri at eta úti á matstovu í vikuskfitinum. Yvirlit yvir matstovur er at síggja her.

Skráset fyrispurning


CAPTCHA
Skráset » Angra x